Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vónandi betra vit okkum

Jákup Ósá

– Vit hava vant hart síðani Norðoyastevnu og vóna at síggja framgongd á Sundalagsstevnu, sigur Magnus Norðberg.

         Vit hava vant hart síðani Norðoyastevnu og vónaat síggja framgongd á Sundalagsstevnu, sigur Magnus Norðberg.

Hann vil beinanvegin gera eina rætting til tað, ið stóð iNorðlýsinum í seinasta viku.

           – Tað passar ikki, at vit føldu okkum ov tryggarundan Norðoyastevnuróðrinum. Tí – sum vit sum áður hava sagt –so hava vit havtnógv styttri fyrireikingar enn onnur ár, og slíkt eigur at ávirka tey fyrstuúrslitini. Og tað gjørdi tað eisini. Vit sóu bara, at tað skuldi ein sera góðvenjingarstøða til, tí tað er ikki nokk bara við góðum tíðum á einstøkumvenjingum. Tað skulu støðugt góðar tíðir til og annars ein væl vand manning, tívit møta topp ítróttarfólkum. Vit vistu, at vit møttu sera góðum mótstøðumonnumog at tað fór at vera óstøðugt hjá okkum fyrstu tríggjar stevnurnar, sigurMagnus Norðberg við Norðlýsið.

 

Róðurin leygardagin

Leygardagin er so Sundalagsstevna í Hvalvík. Tá verður róð2000 metrar, ið fyrr hevur verið styrkin hjá Klaksvíkingi.

           – Eg trúgvi ikki hetta verður ein stórur fyrimunurhesaferð. Í fjør vóru teir á Suðuroyingi ikki vanir við at rógva 2000 metrar,ið kann tykjast langur teinur fyri ein, ið ikki hevur roynt tað áður. Men nú erfleiri umborð á Suðuroyingi vanir við hetta, og annars eru teir uttan iva meiraklárir hesaferð. Vit hava síðani Norðoyastevnuna koyrt hart á undir venjing.Harðari enn nakrantíð áður, og vit síggja ábendingar um betringar. Starturinhjá okkum plagar at ganga væl. Hesaferð mugu vit tó halda høvdið kalt, um vitkoma afturum, sum annars hevur verið okkara styrki. Tí at fara at “jaga”hjálpir einki. Ein má halda seg til taktiska uppleggið. Ætlanin er at gera taðeina tonn betri enn á Norðoyastevnu, so nú fáa vit at síggja, sigur MagnusNorðberg við Norðlýsið.