Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vónin hjá KÍ livir

Jákup Ósá

Hóast KÍ leikliga var greitt betra liðið, so lá FC Suðuroy til at vinna dystin, tá 90 minuttir vóru leiktir.

Men inni í yvirtíðini javnaði KÍ, tá FC Suðuroy leikari gjørdi sjálvmál. Hetta málið kann fáa stóran týdning, tí HB tapti sín dyst og nú eru ”bara” 3 stig millum KÍ og HB. HB er 3 stig frammanfyri, men KÍ hevur 2 mál betri í málmuni. Tískil kann KÍ mest sannlíkt avgera sína lagnu sjálvt, tí tveir sigrar í seinastu umførunum er mest sannlíkt nokk til at yvirliva, um ikki HB vinnur ein stórsigur móti Víkingi.
Komandi umfar spælir KÍ á útivølli móti 07Vestur, sum stríðist um uppflyting saman við FC Suðuroy. HB spælir móti Víkingi á heimavølli komandi umfar.