Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vónsviknir áskoðarar sóu ongan dyst

Jákup Ósá

Fitt av áskoðarum møttu upp í Badmintonhøllini í kvøld, men tey fóru vónsvikin avstað aftur.

Fleiri STÍF áskoðarar høvdu tikið túrin norður til Klaksvíkar og eisini sóust viðhaldsfólk og venjarar/hjálparvenjarar hjá øðrum feløgum. Tað sást greitt á teimum, at hetta kom óvart á. Tað er jú óhoyrt, at dystir í eini høll vera avlýstir vegna veður. Eisini fleiri klaksvíkingar komu í høllina, men teir flestu hava nokk sæð á nordlysid.fo ella í sosialu miðlunum frammanundan, at dysturin var avlýstur. Nordlysid.fo bar boðini út kl. 19.41. STÍF liðið var komið í høllina, men har var einki val hjá dómarunum Gert Hansen og Arnar Dam, tí tað var ikki spælandi í høllini.

Nakrar spannir hingu undir loftinum, sum myndirnar vísa, men hesar vóru fullar av vatni og fleiri hyljar sóust á vøllinum, nú tað regnaði illa uttanfyri. Endin var, at Team Klaksvík ístaðin fór at taka eina vanliga venjing, meðan áskoðararnir fóru til hús aftur uttan at síggja nakran dyst.

Enn er ógreitt nær dysturin verður leiktur, men sum skilst verður tað neyvan hetta vikuskiftið.

Seinni í kvøld hevur nordlysid.fo samrøðu við Jógvan Skorheim um støðuna í Klaksvíkar Badmintonhøll, sum Kommunan yvirtók í fjør.