Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VØRN bað um váttan frá Fiskimálaráðnum samstundis sum landsstýrismaðurin var kunnaður

John William Joensen

Sama dag sum VØRN sendir fráboðan til Landsstyrismannin í Fiskivinnumálum og Aðalstjóran í Fiskimálaráðnum, sendir VØRN eisini eina umbøn um váttan fyri at alt er í lagið, til Andras Kristiansen, deildarstjóra í Fiskimálaráðnum.

Sama dag sum VØRN sendir fráboðan til Landsstyrismannin í Fiskivinnumálum og Aðalstjóran í Fiskimálaráðnum, sendir VØRN eisini eina umbøn um váttan fyri at alt er í lagið, til Andras Kristiansen, deildarstjóra í Fiskimálaráðnum.

Í samband við málið um fluttu veiðuloyvini hava baði Løgmaður og landsstýrismaðurin fleiri ferðir sagt at viðgerðin og avgerð í hesum sambandi var í VØRN. Men hetta er als ikki í tráð við veruleikan, tí í samband við at veiðuloyvi flyta frá Helenu til Slættaberg er drúgv viðgerð í Fiskimálaráðnum. Kunningin um flytinginga frá VØRN til Høgna hoydal stedur heldur ikki einsamøll, sum landsstýrismaðurin hevur greitt frá. Tað er partur av eini viðgerð sum sama dag er í Fiskimálráðnum.

Í brævinum til deildarstjóran í Fiskimálaráðnum skrivar VØRN:

Vørn hevur tann 30. Juni 2016 flutt veiðiloyvið hjá Helenu, XPSD, á Slættaberg OW2333.

Slættaberg er ræðisavmarkaður í samband við málið um Norðing/Ruth. Sí niðanfyri.

Kunnu tit vinarliga kvittað ræðisavmarkingina á Slættaberg?


Í frágreiðingini frá Høgna Hoydal til Løgmann verður einans sagt, at Vørn kunnaði Fiskimálaráðið um flytinginga sama dag sum Landsstýrismaðurin varð kunnaður. Einki verður sagt um at Vørn í hesum sambandi bað Fiskimálráðið um váttan og at Fiskimálráðið í hesum sambandi kvittar ræðisavmarkingina á Slættabergi.

Umfatandi samskiftið er eisini í Fiskimálaráðnum og millum Fiskimálaráðið, VØRN, Sjóvinnustýrið, P/F Næraberg og Grønlendskar myndugleikar í samband við at veiðuloyvi verða flutt yvir á Næraberg og Slættaberg, sum søkja og fáa loyvi at sleppa á roydarveiðu í grønlendskum sjógvi. Í Hesum sambandi verður Helena seld til P/F Næraberg og loyvi flutt á Slættaberg. Tá fiskiskapurin er liðugur gongur alt málið umaftur í Fiskimálaráðnum har Helena verður seld úr P/F Næraberg til upprunafelagið. SÍ MEIRA HER

Harleyfacadeacryl