Sambært hagtølunum hjá Vørn var miðal avreiðingarprísurin 5,2 kr. pr. kg. á makreli í 2011. Táverandi samgonga avgjørdi at selja 20.000 tons á uppboðsølu. Miðal søluprísurin var kr. 3,64 pr. kg. sum løgtingið fekk í kassan áðrenn skipini fóru at fiskað.
Sambært hagtølunum hjá Vørn var miðal avreiðingarprísurin 5,2 kr. pr. kg. á makreli í 2011.
Táverandi samgonga avgjørdi at selja 20.000 tons á uppboðsølu. Miðal søluprísurin var kr. 3,64 pr. kg. sum løgtingið fekk í kassan áðrenn skipini fóru at fiskað.
Varð alt makreltilfeingið selt á uppboðsølu vóru einans 1,56 kr. pr. kg. í miðal til skip, reiðarar og manningar at bíta sína millum.
Stóri taparin, umframt skip og manningar hevði uttan iva verið kommunurnar sum fáa sín part gjøgnum A-skattin og av møguligum vinningi.
Ikki er trupult at rokna út at áhugin at kappbjóða hevði minka sera skjótt.




