Í morgun kunngjørdi Løgtingsins umboðsmaður sína niðurstøðu í drúgvum málið har Norðlýsið kravdi at Vørn og Fiskimálaráðið útflýggja frágreiðingar sum eftirlitsfólk ið vóru umborð á skipum sum fiskaðu og virkaðu sum móðurskip á Flemich Kap, skrivaðu og rapporteraðu heim til føroyska fiskiveiðueftirlitið.

Løgtingsins Umboðsmaður:
Eg havi lisið frágreiðingina frá eygleiðaranum. Henda lýsir í stuttum, hvussu túrurin hevur gingið, og hvussu mannagongdirnar hava verið umborð……. Eg havi ikki funnið nakrar upplýsingar í hesi frágreiðing, sum er av slíkum slagi, at tær eru umfataðar av øðrum ásetingum í lógini, sum kunnu føra til, at upplýsingar kortini eiga at verða afturhildnir. Hetta merkir, at Norðlýsið hevur rætt til innlit í hesa frágreiðing í sínari heild.
Vísandi til hetta fari eg at heita á Vørn um at taka innlitsumbønina uppaftur til viðgerðar, og lata meg frætta hvat víðari hendir í málinum.
Enn hevur Vørn ikki útflýggja nevndu frágreiðingar
Málið kann lesast her