Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vørn selt 5.000 tons av svartkjaftakvotu á afturlatnari uppboðssølu

Tíðindaskriv

Vørn hevur í dag selt 5.000 tons av svartkjaftakvotu á afturlatnari uppboðssølu fyri 10 oyra kilo.

Seks skip lótu boð inn, men tað eina varð ógildað.






Hesi vóru innkomnu boðini:

Skip Reiðari Kr./kg Nøgd kg

NorðingurP/F Næraberg 0,15 1.900.000

Jupiter P/F Varðin 0,13 1.000.000

Fagraberg P/F Framherji 0,12 300.000

Tummas T P/F Varðin 0,12 1.000.000

Finnur Fríði P/F Varðin 0,10 2.000.000

Chr. í Grótinum P/F Chr. í Grótinum 0,11 500.000 Ógildað

Chr. í Grótinum P/F Chr. í Grótinum 0,08 2.100.000 Ógildað

Boðini hjá Christian í Grótinum vórðu ógildað, tí tvey boð vórðu latin inn fyri sama skip.

P/F Varðin, við Finnur Fríða, setti marknaðarprísin á 10 oyru, og tók tey 800 tonsini, ið vóru eftir aftaná at reiðaríini við hægri boðunum høvdu fingið sítt.

Landsstýrismaðurin hevði sett minstprísin til 0,10 kr/kg.