Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vørn visti um støðuna umborð á fiskiskipum á Flemich Kap

John William Joensen

Hóast Vørn hevði eygleiðarar umborð á føroysku skipunum sum kappfiskaðu í vetur á Flemich Kap so tvíheldur fiskiveiðueftirlitið at frágreiðingarnar frá eftirlitsfólkunum ikki eru ætlaðar almenninginum. VØRN skrivar í svarið til Fiskimálaráðið at m.a. lýsir frágreiðingin frá eygleiðaranum hvussu fiskiskapurin hevur verið skipaður og meira subjektivt greiðir frá, hvussu eygleiðarin hevur sæð uppá tað sum hevur fyrigingist umborð.

Hóast Vørn hevði eygleiðarar umborð á føroysku skipunum sum kappfiskaðu í vetur á Flemich Kap so tvíheldur fiskiveiðueftirlitið at frágreiðingarnar frá eftirlitsfólkunum ikki eru ætlaðar almenninginum.

Norðlýsið fekk at vita frá VØRN at teirra uppgáva var ikki at renna ørindi fyri aðrar myndugleikar og at frágreiðingarnar frá eygleiðarunum einans vóru til innanhýsis brúk.

VØRN skrivar í svarið til Fiskimálaráðið at m.a. lýsir frágreiðingin frá eygleiðaranum hvussu fiskiskapurin hevur verið skipaður og meira subjektivt greiðir frá, hvussu eygleiðarin hevur sæð uppá tað sum hevur fyrigingist umborð.

Norðlýsið kærdi avgerðina til Fiskimálaráðið og í svarskrivið til Fiskimálaráðið heldur Vørn fast um hesa avgerð:

– Vørn er tann 13. mai 2014 biðið um at gera viðmerkingar til kæru um avgerð hjá Vørn um noktandi innlit og at senda ráðnum skjølini í málinum.

Vørn skal viðmerkja, at umframt avgerðina og umbønina, eru skjølini í málinum:

1. Ein frágreiðing frá eygleiðaranum, sum lýsir hvussu fiskiskapurin hevur verið skipaður og meira subjektivt greiðir frá, hvussu eygleiðarin hevur sæð uppá tað sum hevur fyrigingist umborð.

2. Harumframt er ein onnur eygleiðarafrágreiðing frá túrinum. Ein sokallað “Standardized Observer Report”, smbr. Annex II. M í NAFO reglugerðini: Conservation and Enforcement Measures, Serial No. N6272.

Viðmerkingar til málið:

Afturat verandi grundgeving, vil Vørn leggja afturat, at smbr. § 13, stk. 1, nr. 4 í lóg um alment innlit, kann rætturin til skjalainnlit avmarkast í tann mun tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi fremjing av almennum eftirlitið. Í hesum føri er talan um, at Vørn setur eygleiðarar umborð á fiskiskip fyri at kunna vera eygu og oyru hjá stovninum. Samskifti, sum verður í hesum sambandi, er tí javnan á einum óformellum støði, hvar í eygleiðarar boða frá í vanligari talu, hvat fyriferst umborð. Tað hevur stóran týdning, at eygleiðarin kann boða frá, frítt frá livrini, so at siga, hvat nærri fyrigongst. Um avgerð verður tikin um, at eygleiðarafrágreiðingar skulu vera almennar, fer hettar at føra við sær, at tílíkt samskifti ikki longur gerst gjørligt. Harumframt skal havast í huga, at eygleiðarar skulu liva umborð saman við manningunum kanska nógvar túrar afturat, eftir at eygleiðarafrágreiðingin verður almannakunngjørd, og at hettar kann gera umstøðurnar hjá viðkomandi eygleiðara soleiðis, at tað ikki verður liviligt umborð, umframt at tað álit, sum er í dag millum Vørn sum eftirlitsmyndugleiki og skipini, verður versnað munandi. Vørn metur tískil harafturat, at frágreiðingin ikki skal gerast almenn, av munandi umhugsni viðvíkjandi fremjing av almennum eftirliti.

Norðlýsið skrivar í áheitanini á Fiskimálaráðið at geva innlit at 

..tað kann ikki verða rætt at nokta almennum fjølmiðlum innlit í frágreiðingar tá tað er prógva at eygleiðarar ella umboðsfólk frá VØRN sum er okkara hægsta eftirlit/politi á sjónum vóru umborð á skipum har stórar nøgdir av fiski varð viðgjørdur á ein hátt sum als ikki kann góðtakast og sum eftirfylgjandi er kolldømdur sum mannaðføði. Við at nokta innlit í frágreiðing er politi- ella VØRN við til aktivt at krógva tað sum fór fram. Tí fara vit at heita inniliga á rættar og rættvísiskensluna hjá myndugleikanum at geva almenninginum innlit í hvat veruliga fór fram á Flemich Kap!

Fiskimálaráðið kemur ein av komandi døgunum til eina niðurstøðu.