Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vøruhúsið í Klaksvík nýggj fyritøka

John William Joensen

Brøðrirnir Markus og Jógvan Jacobsen hava stovnað Sp/f M&J, sum framyvir fer at reka Vøruhúsið í Klaksvík, har Litaval og JH-Møblar higartil hava húsast.

Markus Jacobsen sigur við Norðlýsið, at umleggingin av handlinum hevur staðið uppá eina tíð, men at nú er alt komið so nøkunlunda í fasta legu.
Vit báðir Jógvan eiga handilin og hava eina samstarvsavtalu við Vøruhúsið á Hjalla um at føra teirra vørur í Klaksvík. Hetta hevur við sær, at vit frameftir eisini fara at leggja meira dent á møblarnar sum Vøruhúsið á Hjalla hevur, umframt at vit sjálvandi framhaldandi fara at hava máling, gólv, amboð, búnýti og tað sum Vøruhúsið annars hevur at bjóða.
Hølisviðurskiftini hjá okkum eru góð, tó kundu vit ynskt at atkomumøguleikarnir vóru betur og tað hava vit í hyggju at gera nakað við.
Eg rokni við, at viðskiftafólk okkara fara at merkja, at vøruútboðið í handilin fer at vera meira fjøltáttað og harafturat fara vit at leggja okkum eftir at geva eina so góða tænastu sum yvirhøvur gjørligt.
So tað er bert at støkka inn á gólvið og síggja broytingarnar, sigur Markus Jacobsen at enda.

Harleyfacadeacryl