Heini Z. Viðoy, sum býr í Havnini, fer sum vera mann á Voxbotn. Hann hevur roynt tað fyrr, og fer av teirri orsøk aftur í ár. Undanfarin ár hava verið suuuper og væntar Heini, at Voxbotn verður minst líka gott í ár.

Heini Ziskason Viðoy er 18 ára gamal og er júst liðugur við 1g í Hoydølum. Eins og flestu vinir hansara, fer hann eisini á Voxbotn.
Norðlýsið hevur spurt Heina, hví hann fer á stóra konsertdagin.
– Jamen, tað er fyrst og fremst av eini orsøk. Voxbotn er ein rimmar veitsla, har hvør einstakur er farin á konsertdagin við einum endamáli, sum er at hugna sær, greiðir Heini frá.
Men tað er ikki bert veitslan, sum er góð. Tað eru fleiri ting, sum gera dagin so góðan. M.a. tónleikurin.
– Umframt allan hugnan við práti, gleði og gleimi, er nógvur góður tónleikur á skránni, sigur Heini. Tónleikurin er bæði ungdómsligur, samstundis sum hann talar til tað eldra ættarliðið. Eitt gott bland av tónleiki, fortelur ein alspentur Heini Z. Viðoy.
Heini sigur eisini við Norðlýsið, at hann kundi sagt nógv meira gott um Voxbotn, men at tað var tað ikki tíð til. – Heini var til arbeiðis, og hevði tískil ikki stundir at snakka í telefon.