Um knappar tríggjar tímar byrjar Voxbotn 2015. Tá skjýtur Holgar stóra konsertdagin í gongd, og endar dagurin ikki fyrrenn Eyðun & Terji hava spælt um 3-tíðina í nátt.
Um knappar tríggjar tímar byrjar Voxbotn 2015. Tá skjýtur Holgar stóra konsertdagin í gongd, og endar dagurin ikki fyrrenn Eyðun & Terji hava spælt um 3-tíðina í nátt.
Voxbotn 2015 er útselt. Tað er tískil lagt upp til eina ordans summarveitslu, nú allir skúlanæmingar hava fingið summarfrí.
Tað eru eisini nógvir luttakarar, sum koma allan vegin av Oyrasundskollegiinum í Keypmannahavn beint heim á festivalin.
Men tað eru ikki bert luttakarar úr Keypmannahavn, sum gleða seg til Voxbotn. Ein hálvur viðingur, sum er heilur HB’ari gleðir seg eisini nógv. Hesin hevur júst fingið summarfrí og lesast kann um hann HER.
Tað, sum kanska er farið at eyðmerkja konsertdagin, eru øll tey, sum júst hava fingið húgvuna á høvdið. Ásvør fer saman við sínum studentaskúlaflokki fyri seinastu ferð í eitt ball, og tað ballið er á Voxbotn. Les um Ásvør HER.
Og HER kann lesast um allar norðoyingarnar, sum fara leiðina suður á Voxbotn.
Gott Voxbotn!




