Maria Biskopstø og Óluva A. Joensen og hinar genturnar úr Vejle IF vunnu púra óvæntað bronsuheiðursmerkini í finaluni í DMU fyri lið fyri gentur 12-15 ár. Undan kappingini var Vejle IF spátt at enda aftast av teimum seks liðunum í finaluni, men við góðari hjálp úr Treysti, so tóku genturnar øll á bóli og vunnu bronsuheiðursmerkini.
Í finaluni verður kappast í 100m, 300m, 800m, 3.000m, 80m hekk, 4x100m, longarlopi, hæddarlopi, stangarlopi, kúlustoyti, skjótkasti, klingrukasti og hamarkasti. Hvørt felag kann hava í mesta lagi tveir íðkarar í hvørjari grein og hvør íðkari kann í mesta lagi luttaka í tveimum greinum. Ávís stig verða so givin fyri einstaka úrsliti hjá hvørjum íðkara og betra úrsliti hjá liðnum telur við í samlaðu støðuni.
Óluva luttók í skjótkasti (10 luttakarar) og kúlustoyti (12 luttakarar) og bleiv nummar tvey í báðum kappingunum. Spjóti kastaði hon 32,74m (747 stig) og kúluna stoytti hon 11,22m (821 stig). Maria rann fyrst 3.000m (9 luttakarar) uppá 11.14,12 min. (641 stig) og bleiv hon nummar fýra. Seinni rann hon 800m (10 luttakarar) uppá 2.33,68 (620 stig) og bleiv nummar fimm.
Her sást stigtalvan frá finaluni:
| Sparta | Ballerup | Vejle IF | Aalborg AM | Greve | Aarhus 1900 |
|---|
| 11104 | 9152 | 8959 | 8774 | 8223 | 7643 |
|---|
Øll úrslitini eru at finna her: Resultater DM-hold 12-15 årige piger og samlaða støðan sást niðast.
Hetta skrivar Vejle IF á síni heimasíðu: Vejle IF 12-15 årige piger vandt bronse ved DMU




