KÍ hevur longu vunnið tvær steypafinalur og er í tveimum finalum afturat
1.deild kvinnur og Unglingarnir hjá KÍ skullu í næstum spæla steypafinalu.
Leygardagin blivu smágenturnar steypavinnarar, eftir at tær vunnu 4-2 á HB, og nakrar tímar seinni gjørdu Gentur 14-17 ár teimum kynstri eftir og vunnu 8-0 á B68/NSÍ í steypafinaluni.
Tað var eitt vælupplagt KÍ lið, sum fór á vøllin, og vóru tær betur yvir allan vøllin enn B68/NSÍ, so tað var bara ein spurningur um hvussu nógv KÍ fór at vinna. KÍ legði seg á odda í 12. minutti, við máli sum Rúna Bjartalíð gjørdi, og tá umleið 20 minuttir vóru leiktir fekk KÍ trý skjót mál, so dysturin var í veruleikanum avgjørdur. Tá fari var til hálvleiks var støðan 5-0 til KÍ. Í seinna hálvleiki fingu tær 3 mál afturat, so endaliga støðan gjørdist 8-0. Sofía Purkhús gjørdi fýra mál, Rúna Bjartalíð gjørdi 2 og Una Joensen og Julia Gunnarsdóttir gjørdu hvørsítt mál.
Eftir dystin kundi Ása K. Thomsen taka ímóti steypinum, sum Mótaskálin og Skálabúðin hava givið, og síðani fóru tær glaðar norð til Klaksvíkar, at halda Norðoyastevnu.
Ein góður dagur fyri KÍ og kvinnufótbóltin her norðri.
Hjartaliga tillukku allar samlar
KÍ – B68/NSÍ 8 – 0 (5 – 0)
1-0 Rúna Bjartalíð, 12′
2-0 Sofía Purkhús, 21′
3-0 Una Joensen, 24′
4-0 Sofía Purkhús, 29′
5-0 Julia Gunnarsdóttir, 39′
6-0 Sofía Purkhús, 49′
7-0 Rúna Bjartalíð, 63′
8-0 Sofía Purkhús, 72′
KÍ
Olga F. Olsen – Sølvá Andreasen, Adelheid Olsen, Vár Jenny Lydersen, Ása K. Thomsen, Rúna Bjartalíð, Louisa Østerø, Lena Viðbjørg, Gerda Heinesen, Una Joensen, Eina Kalsø, Sofía Purkhús, Katrin Johannessen, Joan F. Danielsen, Kristina Jacobsen, Julia Gunnarsdóttir
Venjarar: Rannvá B. Andreasen og Tove Sólheyg
Dómarabólkur: Sunneva Vesturdal, Elsa Andreasen, Dania Jensen




