Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Waagstein tiltak í Klaksvík

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 23. mai verður eitt Waagstein tiltak í Klaksvík. Tað er Klaksvíkar Tónlistaskúli við Helgu Gerðalíð, ið fyriskipar.

Jógvan Waagstein f. 1879, d. 1949.

Fríggjadagin 23. mai verður eitt Waagstein tiltak í Klaksvík. Tað er Klaksvíkar Tónlistaskúli við Helgu Gerðalíð, ið fyriskipar.

Jógvan Waagstein var føddur í Klaksvík, sonur Samuel Michael Joensen úr Gerðum í Klaksvík og Mariu Fredrikku, f. Olsen av Toftanesi í Leirvík. Hann var giftur við Elsebeth Súsannu, f. Dahl úr Vági.

Jógvan Waagstein var ein fjølbroyttur listamaður. Umframt sítt lívsstarv sum lærari tókst Waagstein við nógv ymiskt mentanarligt arbeiði, millum annað var hann nótauppteknari, lagsmiður, listamálari og urguleikari í Havnar kirkju. Hann stóð í mong ár fyri Havnar Fimleikafelag og stjórnaði Havnar Sangfelag. Ímillum løgini hann hevur gjørt kunnu nevnast: Í búri, Tíðin rennur sum streymur í á, Hann rann sær kátur og Ein skortlitt kúgv við garðalið. Hann var eisini ein virkin listamálari. Motivini eru tey allarflestu landsløg og bygdaløg í Føroyum. Hann hevur m.a. málað altartalvuna í Hovi, Árnafirði og Mikladali.

Waagsteintiltakið verður í Ósáskúlanum fríggjakvøldið 23. mai kl. 19.30.