Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

”We may sink and settle on the waves”

John William Joensen

Listaframsýning við heitinum ”We may sink and settle on the waves” letur upp í Mentamálaráðnum hósdagin 16. apríl 2009, kl. 15.00-17.00

Tíðindaskriv

Listaframsýning við heitinum ”We may sink and settle on the waves” letur upp í Mentamálaráðnum hósdagin 16. apríl 2009, kl. 15.00-17.00
(Virginia Woolf, The Waves)

Talan er um eina øðrvísi og forvitnisliga framsýning hjá ungu vestmannagentuni Silju Strøm, ið gongur á Glasgow School of Art í Skotlandi, har hon nemur sær BA (hons) í myndlist (painting and printmaking) hjá m.ø lærarunum Marianne Greated, Craig Mullholland, Kate Davis og Alex Pollard.

Hon hevur fyrr sýnt fram til Ungdommens kultur mønstring, Oslo og Førde; tvey ár á rað á Ólavsøkuframsýningini og í Smiðjuni í Lítluvík, Tórshavn; Newberry Gallery, Glasgow. Eisini gjørdi hon prent á Grafiska Verkstaðnum v. Jan Andersson í vetur.

Palimpsest – er eitt orð á sanskrit, ið merkir at endurnýta papýrus rullur soleiðis, at tað, ið stóð skrivað og teknað áðrenn, sæst ígjøgnum tað, ið av nýggjum er skrivað ella teknað á somu rullu. Somuleiðis kann sigast, at myndirnar hjá Silju Strøm m.a. viðgera tíð og bókmentir, spøkilsi úr ókendari tíð ganga aftur ella hava kanska ikki verið enn. Komandi og farandi likamslutir og støð, sum tey hómast á pappíri millum máling og linolju.

Fotolitografisk prent, tekningar, collage eins og smáir málningar verða at síggja á framsýningini. Eitt nostalgisk savn av gomlum fotomyndum og síðum úr gomlum bókum, sum Silja hevur teknað og málað á og klipt burturúr. Verkini snúgva seg um at varðveita minstamarkið av sambondum, ið staðfesta eyðkenni, ið eru neyðug fyri, at ein kann kenna tey aftur. Ósamanhangandi og sundurlimað brot fáa ein at hugsa um kúgaðar ella goymdar kenslur og ynski, og í myndlistini verður tað víst, eins og modernistisku rithøvundarnir gjørdu í teirra umtalu av havinum.

Framtíðar verkætlanir hjá Silju Strøm eru m.a. ein umfatandi bólkaframsýning og studioverkætlan í Bridgeton, Glasgow.

Tá framsýningin letur upp í Mentamálaráðnum verður cellotónleikur við Kristinu á Váli at hoyra. Framsýningin er opin til 31. august 2009 í vanligari arbeiðstíð hjá Mentamálaráðnum. Øll eru vælkomin.

Tórshavn, 14. apríl 2009

Mentamálaráðið