Í nátt hevur onkur verið uppi í mastrini hjá Føroya Tele og Klaksvíkar Havn og snarað digitalu myndatólunum hjá Føroya Tele og Strandferðsluni.
Web-camera hjá Føroya Tele hevur verið væl vitjað, men síðani arbeiði uppá miðbýin byrjaði, eru tað fleiri sum hava mælt til at myndin bleiv justera so grótkasti ikki fylti stóran part av myndini.
Pól Sundskarð sigur við Norðlýsið at hetta hava teir tosað um á støðini men teir vilja gjarna sjálvir sleppa at snæra myndatólinum.
Web-myndin hjá Føroya tele er er nú av rundkoyringini og tann hjá Strandferðsluni av Nólsoyar Pállsgøtu.




