Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Westward Ho

Oliver Joensen

Sluppvinir siga í tíðindaskrivi, at teir arbeiða av kraft við at kalfadra dekkið av nýggjum.

Sluppvinir hava síðani í desember 2008 arbeitt við at fáa dekkið á Westward Ho tætt.

Tað vísir seg at gamla kalfadringin nógvastaðir ikki er tøtt og avgerð er tí tikin um at skifta hana út við meira nútímans tilfar.

Hetta er ikki hissini arbeiði, tí talan er um einar 800 m. av kalfadring (tað sum liggur millum deksplankarnar) ið skal takast burt.

Tá kalfadringin er tikin burt, verður fresa millum plankarnar (ca. 8 mm) soleiðis, at pláss er til nýggja tilfarið.

Tá fresingin er liðug, má alt reinsast og pussast væl fyri at nýggji fugumassin heftir so væl sum til ber.

Vit hava valt at gera helvtina av dekkinum fyrst, og liðugt er nú at fresa fremru helvtina av dekkinum. Í løtuni verður pussað og gjørt klárt til at koyra fugumassan í.

Talan er um sera tíðarkrevjandi arbeiði, og hava nógv góð fólk verið við í arbeiðinum. Arbeitt verður so gott sum hvørt kvøld í vikuni.

Sluppvinir
18. februar 2009