Hugnaligir og lítillatnir eru teir, crokusarnir hjá býargartnaranum, ið standa so vakrir júst nú útsynningurin ýlir úm húsarhorn.
Teir boðað frá, at várið og summari er í hond “forårsbebudere” siga danir um tað kallast “várvarrnarir” á føroyskum veit eg tí verri ikki og eg havi ikki sprota.
Men ikki kann sigast annað enn at teir hava nakað felags við “Wistle Blowers”, tí teir eru sera spakir í fráboðan síni, men beint nú munnu flestu raka við teir tá tey ganga framvið, hóast fá eru til gongu í býnum í dag. Haldi ikki eg sá nakran ímeðan eg tók myndirnar. Sigast skal at eisini eg var í bili, men varnaðist teir og vendið aftur at taka myndirnar.












