Um dagarnar varð dulnevnt lesarabræv í miðlunum. Aftur hóttafall á eldraøkinum, hesaferð á nýggja og glæsiliga Hamragarði, har reingerðin er minimal, náttarvaktin skerd og eingir ítrivstímar. Og nú skulu 60 tímar um vikuna sparast burtur, so tey gomlu bara fara at fáa uppafturhitað í vikuskiftinum og fara at liggja í songini og eta døgurða.
Um dagarnar varð dulnevnt lesarabræv í miðlunum. Aftur hóttafall á eldraøkinum, hesaferð á nýggja og glæsiliga Hamragarði, har reingerðin er minimal, náttarvaktin skerd og eingir ítrivstímar. Og nú skulu 60 tímar um vikuna sparast burtur, so tey gomlu bara fara at fáa uppafturhitað í vikuskiftinum og fara at liggja í songini og eta døgurða.
Boðskapurin var greiður, eisini her sveik landsstýrið.
Og miðlarnir vóru skjótir. KvF sendi task-force lið til Vágs og portalarnir vóru á tremur av andstøðupolitikkarum, sum ákærdu samgonguna fyri líkt og ólíkt. Sama tógv av somu snældu.
Men hvar er hundurin grivin? Tá øll andstøðan og miðlarnir høvdu gjørt av sær, slapp landsstýriskvinnan framat, og nú varð annað ljós varpað á umstøðurnar á Hamragarði.
Hamragarður hevur javnbjóðis játtan við øll onnur eldraheim í Føroyum og til beinleiðis samanberingar varð víst á Heimið á Grønanesi, sum effinett er á sama støði sum Hamragarður. Og nú kom eisini annar veruleiki undan kavi. Á Hamragarði velja tey heldur at brúka størri partar til fyrisiting enn til røkt. Ein skelkandi niðurstøða, sum sjálvsagt í stundini átti at fingið task-force liðið hjá KvF aftur til Vágs at kanna leiðslubygnaðin, men so var ikki – sjálvandi.
Eisini upplýsti landsstýriskvinnan í D&V, at eldraøkið í 2014 hevði fingið játtað 17 mio kr afturat, so lagt var upp fyri vaksandi tørvinum á økinum.
Frásøgnin hjá landsstýriskvinnuni gjørdi ongan mun. Ístaðin var nýggj vinkling fríggjakvøldið í D&V, har ljós bleiv varpað ljós á …. “Hvat hendir, tá tey gomlu ikki fáa ordiligan mat?”. Og niðurstøðan var greið – landsstýriskvinnan átti at raðfesta matin, og “ikki við at steingja køkin”, sum dv-verturin endaði innslagið.
Á vælrikna Heiminum á Grønanesi ber til at fáa endarnar at røkka saman. Hví verður ikki varpað ljós á gerandisdagin har og samanbera støðuna við rakstrarskilið á Hamragarði? Tænir tað ikki endamálinum?
Kanska var ætlanin við dulnevnda lesarabrævinum at laða undir spinnið móti samgonguni, nú figgjarkarmarnir verða viðgjørdir í tinginum mánadagin? Um tað eydnaðist fer at vísa seg,
Ofta etur hundar tað, hann havnar …… Livst so spyrst.
Bjarni Djurholm




