Borgarstjórin í Klaksvík hevur nú fingið bræv frá økisleiðaranum og borgarstjóranum Í Caithness, sum ynskja at varðveita og styrkja sambandið millum Wick og Klaksvík.
Borgarstjórin í Klaksvík hevur núfingið bræv frá økisleiðaranum og borgarstjóranum Í Caithness, sum ynskja atvarðveita og styrkja sambandið millum Wick og Klaksvík.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkarkommunu, hevur fingið bræv úr Skotlandi, har tey bakka frá aftur kravinum, umat føroyingar skulu steðga við grindadrápi, um samband framvegis skal veraímillum býirnar báðar.
– Eg var ongantíð í iva um, at stóð valið ímillum Wick ella rættin tilgrindadráp, so mátti vinarbýarsamstarvið lúta fyri mítt viðkomandi, tísjálvandi skulu skotar ikki blanda seg uppí, um vit drepa grind í Føroyum ellaikki. Nú sær tað so út til, at vit sleppa undan at velja, sigur Jógvan Skorheim,borgarstjóri.
Brævið úr Caithness kemur frá Counsillor Roger Saxon og Counsillor GillianCoghill, sum eru ávíkavist Area Leader og Civic Head í Caithness, har Wick erein av 19 býum.
Tey bæði Saxon og Coghill siga, at meirilutin í stjórnini í Caithness ikki stóðaftanfyri áheitanina, sum Gail Ross sendi til Jógvan Skorheim, borgarstjóra,har hon bað klaksvíkingar steðga við grindadrápi, um Klaksvík ikki skuldi missaWick sum vinarbý. Meirilutin ynskir harafturímóti at varðveita og styrkja um vinarbýarsamstarviðímillum Wick og Klaksvík.
– Okkara støða er, at vit uppfata Klaksvík sum vinarbý hjá Wick, og vit vóna,at tykkara borgarar og býráð hava somu støðu, skriva tey bæði í brævi tilJógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu.
Vinarbýarsamstarvið millum Wick og Klaksvík er frá 1995, og við nýggjastabrævinum er altso greitt, at stjórnin í Caithness ynskir at halda fram viðsamstarvinum.




