Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

William Sloan gekk kaldur uttanfyri

Oliver Joensen

Í vikuni stukku vit inn á gólvið hjá 71 ára gamla Niels ì Horni, ið er listamaður og tónleikari. Niels býr í barndómshúsunum í Lávíkunum, ja, í veruleikanum býr hann í tveimum gmlum húsum her, annað húsið er frá 1890 ímeðan hitt er frá 1890.

Bæði húsini og urtagarðurin uttanfyri eru prýdd við málningum, sum Niels sjálvur hevur málað, og eisini av ymiskum gomlum tingum.

Eitt nú hevur Niels í Horni verið tónleikari í 40 ár, sum hann sjávur sigur. Tað byrjaði í Atlantis hjá Bernhardi Brim, at vit spældu til dans. Fyrsta orkestrið kallaðist Atlantis, síðani The Svallows og The Birds. Manningin var Niels í Horni sjálvur, síðani Tórur Andreassen, Jákup á Fløtti Kristoffer Jensen og Sørmund Olsen. Hesir hoyrdu til Atlantis, tá tað seinni bleiv til The Birds var manningin umframt Niels, Petur Hans Poulsen Sigbrand Johansen og Sonhard Johannesen. Eg kann faktiskt siga, at eg alt mítt lív havi verið tónleikari, sigur Niels í Horni, og vísir mær guitarin, sum hann keypti í 1965 og cowboyjakkan, ið hann keypti frá “Skræddaranum” eisini í 60 unum.

Mangt forvitnisligt er at síggja um tú hevur hug at vitja inn á Lávíkabrekkuni um Norðoyastevnuna ella bara ein dag í summar, Niels er fyri tað mesta inni.

Millum annað vísir Niels mær gamlar plakatir frá spælifilmum. Ein stór flott av John Wayne, sum hevur verið sligin uppí Atlantis á sinni og so eisini ein stór um “The Fall of the Roman Empire” har Sofía Loren og aðrir góðir tónleikarar spældu.

Mangt annað hevur Niels eisini savnað. Ein amerikumaður var á vitjan fyri nøkrum árum síðani. Hann keypti ein málning sum Niels hevur málað av Klaksvík. Teir báðir fingu eitt gott prát saman og Niels var blíður. Nakað seinni kemur ein pakki inn um dyrnar í Lávíkunum, tá er tað bræv frá hesum amerikumanninum, har hann greiður frá, at málningurin nú hongur á skrivstovu hansara í Houston í Texas, maðurin arbeiddi á NASA. Saman við brævinum var ein gáva, sum helst ikki nógvir føroyingar eiga, tað var eitt stykki av hitsaskjøldrinum av rúmdarferjuni Columbia.

Á vegginum í stovuni hongur ein mynd av trúboðaranum William Sloan. Niels greiðir frá, at langabbi hansara, Jóhan Pauli í Horni, ið var niðurseturmaður her í Horni, sá ein dagin hendan mannin ganga uttanfyri og hann tóktist at vera kaldur og svangur. Langabbi bjóðaði honum inn og gav honum at eta. Síðani fekk hann eitt ból reitt á gólvið og búði inni her í tveir dagar. Tá var blíðskapur, heldur Niels.

Tá eg var smádrongur fylti Norðoyastevnan ikki so nógv. Tað sum var, tað gekk fyri seg úti á kajini ella uppi við og á fótbóltsvøllinum. Eg minnist onki til tennis, men kapprenning minnist eg plagdi at vera. Onki tivoli var tá sjálvandi, men mest kappróður og fótbóltur. TTey vaksnu fóru so út um kvøldarnar í dans, føroyskan og enskan. Men eg minnist væl at gamlir menn komu av bygd í føroyskum klæðum á Norðoyastevnu. Nógvir teirra vóru helst bara í Klaksvík á Norðoyastevnu.

Her hevur verið sera gott at vaksa upp, vit vóru fýra systkin, Eg Poul Johannus, sáli, Mary og Øgge. Hjá mær fóru barnaárini her, við at fiska niðri í fjøruni, spæla bólt á seglhúsplenuni, byggja hús uppi í haganum, kríggjast ímóti vágadreingjum og tílíkt, jú tað var stuttligt at vera smádrongur í 50unum, sigur Niels í Horni.