Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Willy Søvndal: Innflytarar skapa ein mentanar trupulleika

John William Joensen

Formaðurin í SF, Villy Søvndal sigur nú, at í samband við innflytarar, áttu teir at havt sagt frá fyrr. Hann tykist ikki sørt bilsin!

Mentanin hjá innflytarum er ein av orsøkunum til, at innflytrarar eru so vánaliga integreraðir, ella fella so illa inn í heildina, heldur formaðurin í SF, Villy Søvndal.

Integratión av innflytarum er ikki bara ein sosialur trupulleiki. Tað snýr seg tyngjandi um teirra mentan. Soleiðis sigur ein bilsin formaður í SF, Villy Søvndal í Politiken.

Hann meinar tó framhaldandi, at har eru sosialir trupulleikar, men vinstravongurin og SF mugu vera meiri eftiransnir um teir trupulleikar, mentanin hjá innflytarum, og serstakliga tað, sum muslimarnir, bera við sær, greiðir hann frá.

“Tað er skilligt, at tá tú kemur til eitt land, har trúarspurningar merkja so nógv, so ber til at koma við viðførinum í tveimum. Tað eru tey, sum koma við einstøkum viðføri, sum er ein uppgerð við einum religiøsum trýsti, sum var í heimlandi teirra. Her kunnu vit hugsa um nógvar iranar, men nøkur eru tey, sum koma við religiøsum viðføri, at religión skuggar yvir øllum.

Her er tað eftir mínum tykki, at fólk skulu vera vælkomin at vera religiøs, men eg mótmæli tí sjónarmiði, at religiónin stendur omanfyri alt annað”, sigur Villy Søvndal við Politiken.

Samstundis staðfestir hann, at SF hevur ikki sagt frá í nóg góðari tíð.

“Okkara dagsskrá hevur søguligan demokratiskan rætt. Og hetta mugu vit vinna aftur. Og spyrst tú: Kundu vit havt gjørt hetta betri, so er svarið ja. Kundu vit verið greiðari við hesum dagsskráum, er svarið ja. Kundu vit havt fingið fatur á nøkrum arbeiðaraatkvøðum frá Danska Fólkaflokkinum, so er svarið ja, “sigur hann við Politiken.dk.

nj
Kelda: 180grader