Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Womens Cup í Føroyum í august

Oliver Joensen

Nú er greitt, at besta kvinnuliðið hjá KÍ skal leika womens Cup í Føroyum í døgunum 8. til 13. august.

Føroyar bjóðaðu seg fram sum vertsland fyri dystunum, og tað eydnaðist at fáa Womens Cup dystirnar leiktar í Føroyum í ár.
Tað eru Fótbóltssambandið og KÍ, sum vera vertir, og KÍ hevur sett Petur Simonsen, Jón Harald Poulsen og Jóhan Lutzen sum fyriskiparar.
Hvar dystirnir verða leiktir er enn óvist. Ætlanin er at fáa vøllin í Klaksvík góðkendan at leika á, men um hetta ikki eydnast, so vera dystirnir helst leiktir á Svangaskarði og á Tórsvølli.