Brøðrasamkoman, Betesda, í Klaksvík tók fyri nøkrum døgum síðan eina nýggja heimasíðu í nýtslu, betesda.fo, har bæði tíðindi og upplýsingar um samkomuvirksemið eru at finna.
Í dag er tað blivið næstan eitt krav til allar virknar felagsskapir við virðing fyri sær sjálvum, at hesir hava eina heimasíðu, har fólk hava høvi at søkja sær vitan um viðkomandi.
Nú hevur Samkoman Betesda, sum er ein av størru, kristnu samkomunum í Klaksvík, eisini fingið sær egna heimasíðu við tíðindum og aðrari kunning um virksemið, tiltøk, ábyrgdarpersónar v.m.
Heimasíðan, sum er snøgg á at líta, er veitt og sniðgivin av fyritøkuni krea.fo.
Eisini eru myndafrásagnir frá tiltøkum, har tað seinasta var sunnudagin, tá ið Sangkórið í Betesda saman við øðrum sangbólkum skipaði fyri einum sangmøti við tilfari og frásagnum frá tí stóru andaligu vekingini í Svøríki í 19. øld.




