Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

www.klaksvik.fo: Nýggj hús til Dagrøktina

(Norðlýsið – Tíðindi)

Umstøðurnar hjá kommunalu dagrøktini í Klaksvík eru munandi betri enn frammanundan, nú kommunan hevur keypt stór hús á Brekku.

Kommunan hevur keypt eini stór sethús á Brekku við tí endamáli at betra umstøðurnar hjá Klaksvíkar Kommunalu Dagrøkt. Spælistovan hjá dagrøktini fer at halda til í húsunum, sum eisini geva dagrøktini møguleikar at skipa gestarøktina betur enn higartil. Rúmligu húsini fara eisini at hýsa húsavørðinum hjá barnaansingarskipanini umframt annað virksemi, sum endalig avgerð ikki er tikin um enn.
Klaksvíkar Kommunala Dagrøkt, sum í dag fevnir um 120 dagrøktarpláss, hevur sjálvandi brúk fyri rúmligum og góðum hølum til spælistovuna. Dagrøktin hevur eisini í skjótt drúgva tíð leitað eftir hóskandi hølum, og nú er hetta eydnast.

Áðrenn summarsteðgin samtykti býráðið at geva heimild til at keypa eini stór sethús á Brekku til endamálið, og Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri upplýsir, at avtala nú er gjørd við eigaran av húsunum um, at kommunan keypir ognina.

– Hetta er ein sera kærkomin bati fyri dagrøktina, tí hetta fer at geva eina betri tænastu til brúkararnar av dagrøktarskipanini við eini rúmligari spælistovu, og har umstøður verða til at skipa gestarøktina betur enn higartil. Eisini fer húsavørðurin hjá barnaansingini at hava sín verkstað har.

– Vit hava leingi leitað og hugt eftir ymiskum møguleikum fyri at betra umstøðurnar hjá spælistovuni, men tað hevur gingið heldur striltið at funnið røttu loysnina, sigur borgarstjórin, sum fegnast um, at hetta nú er eydnast.

– Hesi húsini, sum eru í sera góðum standi, hava pláss til onnur endamál eisini, men enn er ikki endaliga gjørt av, hvat tað verður, men givið er, at hetta keypið kemur væl við og verður ein bati á fleiri økjum.

Sum kunnugt byggir kommunan í løtuni nýggjan barnagarð til 60 ansingarpláss við Traðagøtu, sum ætlandi verður liðugt bygdur komandi summar.

Kelda: www.klaksvik.fo