Klaksvíkingar kunnu leska sær við reinum drekkivatni úr krananum, tí drekkivatnið í kommununi lýkur øll ES-krøv.
Kanningar av drekkivatninum í kommununi vísa higartil, at vatnið hevur eina fult nøktandi góðsku, har bæði mikrobiologisku og kemisku parametrini lúka krøvuni hjá ES, upplýsir Jóhan við Neyst, leiðari av Vatndeild kommununnar.
Í Klaksvíkar Kommunu eru trý vatnverk, sum veita drekkivatn til brúkaran. Eitt er undir Hálgadalsbrúnni (á Fossum), eitt er við Ánagjógv, og eitt er í Árnafirði.
Í høvuðsheitum er skipanin á øllum verkunum tann, at rávatnið fyrst verður leitt gjøgnum sandfiltur og verður síðan sóttreinsað við UV-strálum fyri at lúka drekkivatnskrøvini.
Frá vatnverkunum verður reinsaða vatnið fyrst leitt gjøgnum høvuðsvatnsleiðingarnar og síðani ígjøgnum stikkleiðingar inn til brúkaran.
Jóhan við Neyst deildarleiðari, sum hevur dagligu ábyrgdina av kommunalu vatnveitingini, greiðir frá, at UV-strálur eru elekromagnetisk stráling millum røntgenstráling og sjónligt ljós.
– Strálurnar verða gjørdar av kyksilvurlampum, sum hevur eina bakteriudrepandi effekt men er treytað av strálumongdini, ið raka bakteriurnar. Eitt mát fyri, hvussu stórur partur av UV-strálunum treingja ígjøgnum vatnið, er UV-transmissiónin, sum helst skal liggja ímillum 75 og 98%.
– Kommunan hevur ábyrgdina av, at drekkivatnið hevur eina somikið høga góðsku, at tað er hóskandi sum drekkivatn, og at vatnverkini lúka krøvini, sum eru sett í løggildingini, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við, at kommunustýrið heldur sínar skyldur á hesum øki.
– Í drekkivatninum mugu hesar bakteriur ikki kunna ávísast: Koliformar, E.coli, Enterokokkar og Clostridium perfringens, og fyri at tryggja, at hesar ikki finnast í drekkivatninum, verða samanlagt 66 vatnroyndir tiknir um árið og kannaðar av Heilsufrøðiligu Starvstovuni, upplýsir Jóhan við Neyst at enda.
Einastu bygdir í kommununi, sum enn ikki hava fingið sóttreinsað vatn, eru tær, sum seinast eru komnar við í kommununa, nevniliga Mikladalur og Trøllanes. Her upplýsir Jóhan, at kommunan í løtuni arbeiðir við at kanna vatngóðskuna og møguleikarnar annars har í økinum.
Kelda:www.klaksvik.fo




