Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

www.klaksvik.fo: Útnorðurráðið á vitjan í Klaksvík

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Í sambandi við ársfund Útnorðurráðsins vórðu útferðir skipaðar m.a. til Klaksvíkar.

Útnorðurráðið hevur í ár ársfund sín í Føroyum. Kári P. Højgaard, løgtingslimur, hevur verið formaður seinastu setuna, men nú er nýggjur formaður valdur. Tað er Josef Motzfeldt, formaður í grønlendska Landstinginum, ið nú verður formaður.

Útnorðurráðið hevur verið á útferð ein part av tíðini, ið ársfundurin hevur verið. M.a. hevur verið vitjað í Runavík, Leirvík og Klaksvík.

Í Klaksvík tóku Gunvá við Keldu, borgarstjóri, og Jógvan Skorheim, formaður í mentanarnevndini, ímóti. Nakrar styttri framløgur vóru, og so var ein hugnalig kaffiløta. Eftir vitjanina í býráðshúsinum varð farið at vitja aðrarstaðir í kommununi.