Nógv fólk var komið saman at ynskja Vígdis tillukku í KÍ-Kafféini í gjárkvøldið.
Vígdis og Sára, sum báðar vóru troyttar eftir eitt stravið vikuskifti við dansiskeiðum, -framsýninum og vitjanum høvdu sovið sær megi í bilinum ávegis til Klaksvíkar.
Borgarstjóri Steinbjørn O. Jacobsen tók ímóti. Hann helt røðu fyri teimum og ynskti teimum góða eydnu í framtíðini. Vígdis og Sára fingum nýútkomnu Mikines-bókina, Klaksvíksnálina, nýggju fløguna hjá Hanus G. Johansen og fløguna hjá Páll Sólstein og m.m.
Síðani var prást við teir báðar dansisnillingarnar um teirra dansileið – hesum stóðu Steintór Rasmussen og Dávur Winther fyri. Eisini fekk Steintór bandað eina samrøðu, sum verður at hoyra í einum av komandi sendingum hansara. Tær fingum eisini fríbilletir til Summarfestivalin, so hvør veit um ikki tær vera at síggja á pallinum til komandi Summarfestivalin??
Vígdis og Sára, vóru væl upplagdar og vóru glaðar fyri, at so nógv fólk vóru komin saman at heiðra teimum.
Aftaná var autografskriving og myndatøkur – Øll vildu sleppa at vera avmyndað saman við teimum fittur og eitt sindur smadnu, men dugnaligu damunum – Vígdis og Sáru.
Býráðið bjóðaði kaffi og smákakur og sunkist – Ein hugnalig løta, sum endaði við einum av teimum kendu og vøkru fýrverkunum frá JFK-Heilsølu.
Kelda: www.klaksvik.fo




