Soleiðis er adressan hjá Norðlýsinum á alnótini.
Sum vit kunngjørdu í seinasta blaðnum fyri jól, so ásettu vit fríggjadagin 3. januar til dagin, tá Norðlýsið alment bleiv lagt út á alnótina.
Fyribils er elektroniska blaðið ókeypis og vit vóna her á redaktiónini at tað framhaldandi kann vera ókeypis. Men hetta veldst sjálvandi um, um vit fáa nóg góða undirtøku frá lýsarum, til at halda blaðið gangandi á henda hátt.
Ætlanin er at útbyggja netútgávuna til nakað heilt annað, enn pappírsblaðið er og at troyta teir møguleikar sum tøknifrøin gevur framum prentaða blaðið.
Tey, sum eiga vinir og kenningar uttanlands kunna geva teimum adressuna omanfyri, so kunnu tey til eina og hvørja tíð lesa Norðlýsið á internetinum.
Ætlanin er tó ikki, at internetútgávan skal vera hin sama sum skrivaða blaðið, hetta orsakað av at vit halda at teldan ikki er nummar eitt at lesa nógvan tekst á og eisini tí, at tað er enn tilfar, sum ikki er serliga væl egnað til netútgávuna.
Helst fara fólk at uppliva at nógv tey somum evnini fara at vera viðgjørd í báðum bløðunum, men sum oftast verður munur á viðgerðini.
Higartil hevur móttøkan verið góð, sum internetútgávan longu hevur fingið. Í skrivandi stund mikudag, hava fólk eini 4000 ferðir klikt seg inn á ymiskt tilfar í blaðnum, og tað er nógv meira enn vit høvdu væntað.
Men hvussu framtíðin hjá hesum nýggja miðli okkara verður, er ilt at spáa um, tað veldst sjálvandi um hvussu røsk vit á blaðnum eru at gera netútgávuna áhugaverda og ikki minst hvørja undirtøku vit fáa frá vinnulívi og lesarum.
Vit hava longu nú, blaðið hevur verið úti einar fýra dagar, fingið hópin av afturmeldingum, bæði um telefonina og um teldupostin og tað gleðir okkum, og ber boð um at vit eru á rættari leið.




