Ja, soleiðis eitur næsta fløgan hjá I AM, sum væntandi verður givin út 28. nov í ár. Á fløguni eru 10 sangir og okkurt gott afturat. Allir sangirnir eru á enskum uttan Friðsæla Stund.
Ja, nú er ikki leingið inntil nýggja fløgan hjá I AM kemur út. Fløgan rúmar millum annað sangir sum: Friðsæla stund, Believe og Winner’s Seat. Í mun til fyrru fløguna, CAST, har tað vóru fleiri stillir sangir og fáir villari, eru tað nú býtt um.
Ljóðførini vórðu tikin upp í Klaksvík í summar. Røddirnar (Birgir sang, Heðin og Eyðbjørn kór) eru tiknar upp hjá Hans Poulsen í Keypmannahavn, og eitt sindur hjá Alvin E. Andersen. Fløguhúsin er liðugur og fløgan verður liðugt ljóðblandað um eina viku. Síðani verður hon prentað, og sum sagt vónandi útgivin 28. nov. í ár.
Í løtuni arbeiða teir við at fáa nakrar konsertir upp at standa tá fløgan kemur út. Hetta hoyra vit meira um seinni.




