Fyri nøkrum árum síðani upplivdu vit satt illveður av loysingarstríðum. Onkur politiskur flokkur vildi sleppa sær av við blaðið, sum hann hevði rikið og fostrað í eitt mannaminni, og sum gjøgnum árini hevði kostað flokkinum alt ov nógvan pening í mun til tað, ið fekst afturfyri.
Aðrastaðni var tað blaðið, ið vildi loysa frá flokkinum, sum í alt ov langa tíð hevði bundið hugflogið hjá redaktiónini niður og forað fyri, at blaðið kundi vinna tann pening, sum kundi fáast burturúr góðum journalistiskum handverki.
Tingakrossur, Dagblaðið og Fjúrtandi hvurvu heilt, tá flokkarnir brádliga sleptu endanum. Socialurin og Dimmalætting drálaðu í fyrsta umfari- óttafullir um framtíðina. Men so loysti Socialurin, kanska meira at kalla formelt, eisini frá flokki sínum og royndi at standa á egnum beinum, við hálvalmennum stuðli fyrstu mongu árini. Dimmalætting, sum fíggjarliga var væl fyri, framdi eina meira resolutta loysing, kom skjótt í ódnarveður og baksaðist leingi við reytt á botnlinjuni, fekk onkra kapitalinnspræningina, men mátti at enda geva skarvin yvir.
Ofta var kastað politisku bløðunum fyri, at tey sjálvi framleiddu tey mongu dulnevndu lesarabrøvuni. Fólk væntaðu tí broytingar, og tær komu skjótt. Eftir loysingina vóru bløðini kemiskt reinsað fyri dulnevnd lesarabrøv. Onkur blaðstjóri kravdi navn undir, um fólk ynsktu tilfar í blaðið.
Onnur broyting eftir frælsið var, at tey framligu nú trokaðu seg framat. Ikki minst eftir at vit fingu eitt valdømi. Fult navn, langt heiti og stóra mynd var tað vanliga frá serfrøðingum, journalistum, stjórnmálafrøðingum, fíggjarfrøðingum, politikarum og øðrum betri vitandi. Men tað merkiliga hendi, at fólkið misti áhugan fyri politikki og fyri at lesa bløðini, nú tíðindi kundu fáast frá øðrum miðlum, eisini úti í heimi. Fjøldin bráðtagnaði, eisini tann minnimenti, tann orðblindi, ella lítillátni og smædni persónurin, sum blaðstjórin fyrr kundi verja. Bert hann prógvaði navn sítt, so lagaði blaðstjórin tekstin eftir lógini.
Men nú, Magistarafelagið krevur vernd og vísir á rættin hjá fólki, í almennum starvi, at úttala seg í einum demokratiskum samfelagið, er kanska møguleiki fyri at hesin veikari parturin av okkara samfelagsborgarum, sum hevur sama rættin aftur verður tikin við í loysnina, sum nú kallast : Framsagnarfrælsi í einum demokratiskum samfelag.




