John William, her eru sterkar kreftir ein er upp ímóti. Takk fyri greinina og takk fyri dirvið. – Hetta er neyðugt
John William, her eru sterkar kreftir ein er upp ímóti. Takk fyri greinina og takk fyri dirvið. – Hetta er neyðugt
Havi lisið greinina hjá John Williami Joensen, stjóra á Norðlýsinum, “Javning millum kommunur – NÚ”, sum eg haldi lýsir væl samfelagið, munin millum almennar kassar, munin á tænastuøkjunum ogskapandi framleiðslu. Í høvuðsheitum eri eg samdur við honum.
Ongin ivi er um, at stórur partur av skuldini fyri, at “uttanumøkini”, havnarløgini og kommunurnar hava ilt við at hava pening til dagin og vegin, liggur á landspolitikarum kring landið, sum ikki finna saman.
Ofta hava bæði kommunupolitikarar og eisini løgtingsfólkini kring landið hildið tað vera “óført”, um t.d. skip kemur til staðið, eitt framleiðsluvirkið, sum kann skapa nøkur arbeiðspláss, ja, so hevur nøgdsemið verið stórt, og so hevur tað bara verið tikið til eftirtektar.
Sólskinssøga
Politikarar og embætisfólk í høvuðsstaðnum hava klára at sett kílar inn, meðan politikarar kring landið sjáldan hava funnið saman, so tað munar.
Fari bara at koma fyribils við einum so sjónligum dømi um tað mótsatta. Tað var tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vóru gjørdir.
Lat meg fyrst siga, at tunlarnir gjørdust veruleiki, tað kunnu føroyingar takka trýstinum og forarbeiðinum hjá Vága kommunum og Klaksvíkar Kommunu fyri, tí móttrýstið var ikki bara dygt, men eisini harðligt.
Øll, sum fylgdu við hesum báðum sjálvsøgdu frambrotum minnast “uppstandilsi” sum var av lutvíst lokaláhugamálum í høvuðsstaðnum.
Tað er ikki landspolitikarum og embætisfólki í høvuðsstaðnum fyri at takka, at hetta endaði sum ein sólskinssøga. Minnist til ótespiligu viðferðina Svend Åge Ellefsen fekk frá fjølmiðlunum, og Sámal Petur í Grund varð sendur til hús. Hetta vórðu kostirnir hesir máttu gjalda.
Finnið saman kring landið
Lat meg leggja afturat, at tað frá ávísum síðum varð heitt á Klaksvíkar kommunuat leggja trýst á, so Norðoyggjar fyrst fingu sín og síðani tann til Vágar, tí sambandið til Norðoyggjar gav fleiri inntøkur. Hví trýstið kom haðani, hevur fleiri orsøkir, sumeg ikki skal koma inn á í hesum umfari.Men Vága kommunur og Klaksvíkar Kommuna tóku fund um málið og funnu semju. Men málið kundi skjótt drukna í ósemju.
Tað eru ymiskir veruleikar í okkara samfelagi, annar er, at framleiðsluvinnurnar, sum hava verið við til at byggja landið, eru fyri tað mesta framdar kring landið, meðan almenni peningurin, raksturin og danski stuðulin til Føroya hevur verið brúktur í høvuðsstaðnum.
Landspolitikarar kring landið eiga at finna betur saman.
Lat meg enda við at siga við John William, at tað eru sterkar kreftir bygda- og býráð og fólkið kring landið í Føroyum eru uppímóti og framgongdin er ikki tað, hon eigur at vera, men neyðugt er at gera vart við hetta á røttum staði. – Takk fyri greinina og takk fyri dirvið, John William.




