Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yngstu steypavinnarar í 8 ár

Jákup Ósá

KÍ hevði ein lágan miðalaldur í uppstillingini í finaluni um Løgmanssteypið í mun til, hvat vanligt er hjá steypavinnarum.

25,18 ár var miðalaldurin hjá KÍ uppstillingini á Tórsvølli leygarkvøldið. Og samanbera vit við aðrar steypavinnarar, so var KÍ liðið ungt. Tí ikki síðani 2008, gylta árið hjá EB/Streymi og teirra serliga góða og tá unga árgangi, hevur nakar steypavinnari havt so lágan miðalaldur.

Miðalaldur hjá steypavinnarum:

2016: KÍ, 25,18 ár

2015: Víkingur, 28,45

2014: Víkingur, 28,27

2013: Víkingur, 26,18

2012: Víkingur, 27,09

2011: EB/Streymur, 28,45

2010: EB/Streymur, 27,00

2009: Víkingur, 26,73

2008: EB/Streymur, 24,18