Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ynskir ikki at halda fram í NSÍ

Jákup Ósá

Royndur NSÍ leikari hevur boðað leiðsluni frá, at hann ikki heldur fram í NSÍ.

Royndur NSÍ leikari hevur boðað leiðsluni frá, at hann ikki heldur fram í NSÍ. 

Talan er um 27 ára gamla Jann Martin Mortensen. Hann er millum royndastu leikararnar hjá NSÍ og var m.a. við í hópinum, sum vann FM í 2007. 
– Tað er rætt, at eg havi boðað leiðsluni í NSÍ frá, at eg ynski ikki at halda fram í felagnum. Eg eri skjótt 28 ár og føli, at eg ikki fái møguleikan í NSÍ. Annars veit eg ikki, hvar eg spæli eftir summarsteðgin, sigur Jann Martin Mortensen við Norðlýsið. 
Jann Martin er skrásettur fyri 211 dystir og 20 mál í Effodeildini umframt at hann var millum leikararnar við flest uppleggum í Effodeildini fyri nøkrum árum síðani.