Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

You´ll Never Walk Alone!

John William Joensen

Andras Sólstein skrivar um nakrar KÍ fjepparar, sum m.a. eru smittaðir við sjúkuni "svikafult afturminni". Tað er ein minnisímynding av einari hending, sum ongantíð er hend, ella vreingjan av einari veruligari hending.

Sum upphiting til fótbóltsárið sum heild, til HM og serstakliga KÍ- árið, høvdu vit meldað okkum til at venja við einum av teimum lægru deildunum hjá KÍ.

Inni í ítróttarhandlinum segði eg, at eg var komin at keypa fótbóltsskógvar og klæðir. Hugsaði tú um nakað serligt merkið? spurdi hon. Einar Gola gaggur, tær vóru mær góðar fyrr segði eg. Gola? tók hon uppaftur, og sá øgiliga hugsanarsom út, Nei tað merkið hava vit ikki. Áðrenn eg nevndi hitt merkið, eg kendi, sum æt Viking, og sum hevði so góðar pútur upp fyri at verja øklaknútarnar, fór hon yvir í rúgvuna eftir einum sera snøggum gaggum. Hesar eru Adidas, hesar selja væl. Síðani vísti hon mær fleiri onnur merki, og at enda einar Nike Air Zoom Brasilian; ja nú kendi eg á mær, at vit vóru á rættari leið bæði.

Eg fall sjálvandi fyri teimum dýrastu, einum Nike Mercurial Vapor Chrome. Tær stóru stjørnurnar Ronaldo, Henry og Adriano nýttu hetta slagið. Hettar vóru einir fótbóltsstivlar í serflokki.

Stórur dentur var lagdur á góðsku og design, og teir vóru gjørdir úr tí besta microfibur-tilfari (KNG 175), sum er slitsterkari enn leður. Knobbarnir eru linjubeinir, og tískil eru skógvarnir framúr til spurtar; harafturat hava teir góðar stoytdoyvara, tá ein lendir eftir lop. Og so eru teir gjørdir so lættir sum yvirhøvur tilber, (viga einans 196 gram) ið viðførir at tú ert skjótari á teimum fyrstu 8-10 metrunum, og sum vit vita eru alt avgerandi fyri málskoruna.

Eg fór í teir, knýtti lissurnar, og Nike gaggurnar sótu sum stoyptar. Í einum splitsekundi koplaði heilin yvir. Eg var á Santiago Bernabéu í einum contraálopi saman við Real Madrid  móti Barcelona!

Ronaldo! Caramba! Pasa a mi la pelota! (Ronaldo! For helviti skjót bóltin til mín!) Físti tað úr mær, og áðrenn eg visti av, hevði eg fluktað skógvaeskjuna tvørtur um handilshølini.
Til venjingina hjá KÍ var tað Simon, ið skipaði fyri. Fyrst upphiting, síðani dyst. Býttu í tveir partar, so var klárt.
Vit byrjaðu dystin øgiliga væl við góðum og ágangandi spæli. Tað sá út til at uppspælið gekk væl, og vit høvdu góðar flytingar frammi á vøllinum, og renningin í dýpdina  riggaði ofta væl.

Teir fyrstu 10 minuttirnar hevði Háky havt eitt Kewell innlegg úr vinstru síðu, eina tunell og eina mislukkaða Garcia málroynd. Hjá mær hevði tað eisini gingið væl, eg spældi sum offensivur miðvallari. Eg hevði havt tvær lekrar (haldi eg sjálvur) avleveringar við innarusíðu, eitt langskot beint í mál, ella ein Bigge (KÍ-TB 3-2 1980), sum vit kalla tað og ein variant av tí djúpu Laudrup framleggingini, og okkurt smávegis afturat. Støðan var tann, at teir vóru akkurát farnir fram um okkum við einum máli (ein býtt Jesper Olsen frá okkara síðu) til 2-1, tá tað hendi. Háky roynir seg við einari langari sending frameftir úr høgru miðju. Í fyrstani sær tað út til at vera eitt vanlig Beckham undirskrúvuskot, og eg gjørdi meg kláran at stúta hann í netið (ein Todi). Men eg veit ikki um Háky hevði undirvurderað fikseringina á bóltinum (Select nr.5), tí hann dalaði skjótari enn eg hevði væntað, so næstu løtuna hevði bólturin ein vinkul, eg ikki rættuliga fekk tikið støðu til, hvat eg skuldi gera við. Síðan broyttust koordinatarnir so tað sá út sum ein leggja-hann-við-bringuni-so-ein-vinstrabeins-heilfluktara-í-handara-mál-tríhyrning, men tá eg aftur skuldi taka støðu, var bólturin komin somikið nær, at skuldi eg gera mær tankar um eitt mál, mátti eg gera eitt saksaspark. Og eitt saksaspark var júst tað, Nike gaggurnar vóru designaðar til.

Tað er nakað síðan eg gjørdi tað seinast (til ein dyst ímillum VB (Vágsheyga Bóltfelag) og SBU (Selheyggja Bólt Unión) í túninum uppi á Vágsheyggi í 1974. (Tað árið eg ynskti mær einar Paul Breitner lúsaleytarar, men eg var ov ungur segði mamma og vinmaðurin ynskti sær eina Uli Hoeness frisuru.)

Eg geri meg til, leggi meg afturá, sendi kroppin og beinini upp í loft, og so minnist eg ikki meir!

Eg mátti á skaðastovuna. Inni í bíðirúminum á sjúkrahúsinum hevði eg akkurát sett meg við einum gomlum eintaki av Ekstra Bladet, tá ein vøkur kvinna kom inn, (sæð aftanífrá hevði hon valt sera áhugaverd undirklæðir at fara í). Hey,segði hon. Hey, segði eg, og eyguni fóru uppeftir innara buksuseyminum sum kameralinsan í hinari Calvin Klein lýsingini, ið endar við at Brooke Shields, strútmunna sigur You know what comes between me and my Calvins? Nothing! Eg kveistraði myndina av tí trussuleysu Brooke til viks og setti mær í somu løtu fyri ikki at hyggja at side 9. pigen í blaðnum. Eg læs um ein kreppuraktan politikarar á síðu trý. Á síðu sjey vóru eisini avdúkandi greinar um kavrotnar danskar politikara, There is somthing rotten in the state of Denmark, sum Shakespeare skrivar. Greinin helt áfram á síðu átta, men hagar kundi eg ikki blaða, tí so var side 9. pigen blottað, og eg hevði sett mær fyri ikki at hyggja. Eg kundi bara blaða fleiri síður í senn. Kvinnan inni í bíðirúminum skuldi helst ikki fingið ta hugsan, at eg var smáfjollutur, og eg mátti signalera, at eg var vaksin og komin víðari við lívinum. Side 9. pigen, fjas, man er væl vaksin frá sovorðnum tvætli.
Hon æt Sussi, 21 ár og var úr Næstved.

Læknin spurdi meg, hví í allari víðu verð eg fór undir eitt saksaspark. Eg byrjaði at siga honum frá, hvussu góður eg fyrr var til hetta, og tað saksasparkið, eg royndi í hesum dystinum, har tað gekk galið, var kanska meira eitt Freestyle spark heldur enn eitt saksaspark. Læknin segði, at tað ljóðaði sum um eg leið av sjúkuni svikafult afturminni. Tað er ein minnisímynding av einari hending, sum ongantíð er hend, ella vreingjan av einari veruligari hending. Svikafullar ella falskar endurminningar eru ofta lívligar, og  tá ein er komin upp í árini (uml. 40) og alla tíðina minnir seg sjálvan á, hvussu góður man fyrr var til hetta og hatta og hevur undirhildið og plágað konu, vinmenn og børn við hesum í fleiri ár, so verður tað ein partur av samleikanum hjá viðkomandi persóni; og hesin (í hesum føri eg) byrjar sjálvur at trúgva tí! Hetta er tað, nútíðar sálarfrøðingar  kallað FMS, False-memory syndrome  Tað passar heilt einfalt ikki, og hevur ongantíð passað.

Tá læknin hevði vavt fótin inn, segði hann við meg, at eg var heppin. Síðani rætti hann mær eitt par av høkjum og segði: Tak hesar, og um tú einaferð afturat í framtíðini skuldi funnið upp á slíkt barnsligt fjas, so fert tú at nýta høkjur restina av lívinum, Youll never walk alone! segði hann og koyrdi meg út úr skaðastovuni.

Aftaná gjørdu vit tað, vit dugdu best. Hugdu at smádreingjum, meðan teir spældu dyst. Vit áttu hvør sín, eg og Háky. Háky er tó eitt sindur óstabilur. Um dreingirnir tapa, er hann til vanda fyri seg sjálvan og onnur. Eg eri kanska ikki heilt fríur heldur.

Hóast vit settu okkum fyri at yvirhalda áheitanina frá KÍ um at sýna ein hugburð og felagsanda, sum hevur rót í tí besta í søgu og síðvenju felagsins, so er tað ikki lætt at halda sær.

Verið meira offensivir! rópti Háky. Lat venjaran stýra! segði eg. Hann hevur pínadoy ikki skil fyri fótbólti! svaraði Háky.

Men, men. Tað sum vit formáddu okkum uttanfyri vøllin, var einki í móti foreldrunum úr Havn, sum stóðu skamt frá okkum og róptu, og serliga tveir pápar.

Tempo, tempo! skrálaði almenni stjórin í Havn á sonin hjá sær. Tú ert for helviti spielmacher
Havnadreingirnir fingu fríspark beint uttan fyri sekstanmeturin.

Pizza til allar, um tit fáa mál skrálaði havnamaðurin beint áðrenn drongurin nart við bóltin. Rópið um pizza var so hart, at hann heilkiksaði.

Skift út for helviti, fáa handan spælaran út, var reaktiónin uppá frísparkið.

Tað er løgið, segði eg við hinar, at ein at síggja til friðarligur maður broytist til eitt froðandi marmennil, tá hann hyggur at fótbólti, átti kanska at givið honum bókina um foreldur, sum fáa berserksgongd av at hyggja at fótbólti.
Pizza og billet til Havnar Bio um tit vinna, royndi hann aftur (nú lækkaði dysturin móti endanum).

Og so mutlaði hann okkurt um at geva dómaranum ein uppá kjaftin.

Ein av okkara dreingjum fekk eina takling og lá efturá. Mamma hannsara vildi sleppa út á vøllin, men eg segði við hana, at mammur sleppa ikki inn á vøllin ella í umklæðingsrúmið at troysta. Hvørki í hálvleikinum, heldur ikki eftir dyst.

KÍ dreingirnir vunnu. Ein av havnapápunum, ein Big City Hot Shot, pakkaði digitala kamerað sítt  niður og segði við okkum, at hann fór í sjónvarpið at klippa filmin og ætlaði at saksøkja KÍ, spælara, dómara og foreldur. Hann plagar annars at evaluera hvønn dyst við sonin einar tveir tímar, har teir hyggja at filminum og seta støður upp.

Vit fóru. Heima sat eg við beininum uppi á einum stóli og einum pakka av frostnum suppuurtum  um fótliðin. Vit høvdu flutt okkum frá teimum grønu og hvíttkálkaðu víddunum inn í stovuna hjá mær, hugdu at enskum fótbólti, spældu pling og tosaðu um kappingarárið.

Kappingarár eru sera fjølbroytt og ymisk frá ári til árs. Til fyrstu dystirnar er man altíð eitt sindur meira ágrýtin og fjálturstungin, og tað hevur hepnast frálíka væl hjá KÍ í ár.

Annars eru fótbóltslið sera kreativ at finna mátar at keða viðhaldsfólkið, og her er KÍ einki undantak. Teir byrja eina kapping við einum braki, vinna alt og øll, og so einki. Púrt einki (kappingarárið 2005). Og tá ein heldur, at botnurin er náddur og nú er bara kann ganga uppeftir, tá finna spælararnir okkurt heilt nýtt og syrgiligt spæl fram og vísa viðhaldsfólkunum, hvussu til ber at tapa ein annars upplagdan vunnan dyst.

Hóast míni viðurskifti við KÍ síðsta kappingarár høvdu verið siðilig, um enn eitt sindur fráverandi, so vóru tey nú meira hjartalig. Hin spírandi vároptimisman, sum hevur verið, er enn, og ein enn størri summaroptimisma er í væntu.
Vit fingu okkum meira øl. Tað vóru óvanliga nógv pling hendan leygardagin. Hon sjálv plagar at siga, at øl og fótbóltur ikki neyðvendigvís mugu tvinnast saman, (men tað er stuttligari). Sjálvandi er ikki neyðugt at gera ov nógv av, sum hinaferð, eg drakk meg alt, alt ov fullan; men tað var tí vit fóru í Klubban og síðani í Roykstovuna eftir dyst. Antin hátíðarhalda sigurin ella drukna sorgina. Tað er faktisk soleiðis fleiri koma yvir ein KÍ dyst. Annars hava vit sum áskoðarar strembað eftir at gera alt rætt í ár. Vit hava roynt at drukkið bóltin í mál: stóðu einaferð uppi í Klubbanum í hálvleikinum og tømdu út, vit vóru nakað seinir, tá KÍ skoraði (KÍ – MB 6-5 í 1990). Hava havt óparaðar hosur: (KÍ-Sumba 9-0 í 2000). Og ikki fylgjast til dyst við ávísum persónum, tí hetta sýnist at geva okkara liði stórar trupulleikar.

Men í ár hevur alt verið øðrvísi. Vit hugleiddu um alt hetta, tóku gittaran fram og byrjaðu at syngja: When you walk through a storm, Hold your head up high, tá hon sjálv kom inn. Sá beinið hjá mær umvavt við suppuurtunum og nýggju Nike gaggurnar uppi á sjónvarpinum. Eg havi sett gaggurnar á hillina, segði eg og og…. knappliga leyp alt saman í høvdinum. Fótbóltur, skaðastova, pling og øl, og eg hoknaði saman í einum láturanfalli.

Hon hugdi uppgevandi at mær, risti við høvdinum og segði Heilt erligt Andy, nær verður tú vaksin?