Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Youtube-rásin hjá SF rundað eina mió views

Norðlýsið

Í dag hevur Youtube-rásin hjá SF, sum byrjaði í 2009, rundað eina mió views

Í dag er Youtube-rásin hjá SF, sum byrjaði í 2009, farin upp um eina mió views, og er talið í skrivandi løtu 1.002.022 views.

– Vit fegnast um góðu undirtøkuna, sum okkara videorás á netinum hevur fingið, sigur Erik Biskpstø, sum síðani fyrsta festivalin hevur brent fyri at dokumentera framførslurnar á Summarfestivalinum.

– Okkara youtube-rás er í dag kanska tað besta staðið á netinum, um ein skal kunnað seg um live tónleik í Føroyum. Í løtuni liggja 68 videobrot úti og talið veksur alla tíðina. Hetta er ein fínur og ókeypis máti at branda bæði festivalin, artistarnar og Føroyar, so hetta er ein vinn/vinn støða fyri allar partar. Hetta hevði ikki latið seg gjørt uttan gott samstarv við Kringvarp Føroya, og vilja vit takka teimum fyri eitt gott samstarv í mong ár.

– Í ár hava vit eisini fyri fyrstu ferð gjørt video- og ljóðupptøkur í stóratjaldinum. Har er eitt lag komið út í ár, og tað er við Hans Andrias Jacobsen. Filmingin í tjaldinum er gjørd í samstarvi við Tað-filmar, sum eru nakrir ungir menn í Klaksvík, sum hava brent fyri at framleiða video í nøkur ár.

– Tað er ikki altíð, at vit sleppa at leggja útlendskan tónleik út vegna avmarkingar í rættindum, sum plátufeløgini seta, men við hvørt hava vit fingið loyvi t.d. Ronan Keating, D-A-D og Rasmus Seebach.
Men um tað so bert vóru føroyskar framførslur, so er tað eisini super, tí vit eru errin av at kunna bjóða føroyingum at fáa gott tilfar, sum teir kunnu branda seg við á netinum, sigur Erik Biskopstø at enda.