Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yrking: Tøgn kemur á Ting

John Færø

Lag: Højt fra træets grønne top…

Súr var løgtingsmanna plikt,
lágar vóru lønir,
tingsins arbeið uttan dygd
hildu mangir kønir.
Góvu sær tí feitan kekk,
borgarin fekk skattasmekk.
”Har vit vilja valda,
Palleba skal gjalda”.
Keddir nú í Havnar bý
ganga teir og vála,
lítið er at tríva í
í tí nýggja skála.
Langt í millum fundirnar,
drúgvar kennast stundirnar
hjá professionellum
tingmonnum og –gellum.
Fáa stundum upp í lag
fram at flyta røður,
mest um skrásett paralag
ella ginusøgur.
Minni ger um fíggjarlóg
boðar frá, at Føroya tjóð
stendur fyri skrædli
– løgmaður á fjalli.
Lítið er at siga til,
at ein raskur stjóri
heldur heima vera vil,
stríðast á kontóri.
Gera upp við sjálvan seg,
um hann ikki beinanveg
stinga skal í sekkin,
bera aftur kekkin.
Mangur kom á skeiva hill,
stuttligt er tað ikki,
størri finst ei tíðarspill
enn í politikki.
Klædningar og morreyð kot
ganga har til húsaskot,
vóna, lønin lækkar,
so at gáttin hækkar.
A.J.

Harleyfacadeacryl