Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvir 1.200 ferðafólk vitja í Klaksvík í morgin

Helgi Abrahamsen

Um middagsleitið í morgin fær Klaksvík vitjan av ferðamannaskipinum MS Balmoral. Ferðamannaskipið hevur 1.214 ferðafólk og saman við manningini telja tey 1.738 fólk.

Skipið fer at liggja í Norðhavnini og bussar fara at koyra til Klaksvíkar við ferðafólkunum, sum ikki fara útferðir. Meginparturin av ferðafólkunum á hesum skipinum eru bretar.

Í samband við vitjanina hjá MS Balmoral fer Klaksvíkar Dansifelag at dansa føroyskan dans á torginum uttanfyri Norðoya Kunningarstovu klokkan 17.

Skipið kemur á Norðhavnina klokkan12:30 og fer avstað aftur klokkan 20:30.