Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvir 300 luttakarar á “International Day”

Helgi Abrahamsen

Yvir 300 luttakarar úr 12 londum møttu til tiltakið “International Day”, sum Klaksvíkar býráð skipaði fyri næstseinasta leygardag.

Yvir 300 luttakarar úr 12 londum møttu til tiltakið “International Day”, sum Klaksvíkar býráð skipaði fyri næstseinasta leygardag.

“International Day” er partur av integratiónspolitikkinum hjá Klaksvíkar kommunu, og endamálið við tiltakinum er millum annað at varpa ljós á tað ríka fjølbroytni, sum tilflytararnir skapa í Klaksvík og at knýta sambond og vinabond.

“Eg haldi, at hetta tiltakið var eitt stórt hit, har serliga tann altjóða mat-buféin var væl umtókt,” sigur Robyn Patawary, sum er ein av limunum í integratiónsnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.

“Seinasta ár høvdu vit umleið 200 gestir, men í ár fór talið væl upp um 300, og alt varð væl etið upp. – Ikki so mikið sum eitt rís var eftir á borðinum,” sigur ein væl hýrdur Robyn, sum veit nógv um mat og matgerð, tí hann er sjálvur vinnurekandi á tí økinum.

Vístu ymiskar mentanir

Eitt ískoyti, sum varð lagt afturat skránni í ár, vóru tær mentanarligu framførslurnar, ið summi av londunum høvdu, herundir ein tjóðardansur úr Filipsoyggjunum.

Eisini nakrar føroyskar framførslur vóru komnar við í skránna í ár. Teimum syrgdu lokalu listamenninir Archibald Black, Rani Nolsøe og Danny and the Veetos fyri.

Integratión er ein tvívegis tilgongd, og tí ynskja fyrireikararnir av altjóða degnum eisini at varpa ljós á vakurleikan og týdningin av føroyska mentanararvinum, sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.