Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirkoyrd á gonguteigi

John William Joensen

Í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í Klaksvík, har ein eldri kona varð yvirkoyrd á gonguteignum sum er millum Føroya Tele og Norðoya Sparikassa. Konan var á veg tvørtur um vegin, tá ið ein bilur sum snaraði inn á vegin, rendi á hana.

Hon varð flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús og haðani á Landssjúkrahúsið. Løgreglan sigur, at hon hevur meiðslað seg og hevur onkur brot og aðrar snuddir.

Sambært politinum var tað var myrkt og ringt sýni og nú verður kannað, hvussu umstøðurnar vóru, men enn hevur politiið ikki havt møguleika at tosað við konuna, sum eina løtu var uttan vit, segði vakthavandi fyri løtu síðan.