Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirlækni: Landsverk og arkitektar brúkt 5 mió. kr.

John William Joensen

Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið sigur at støðan er sera trupul á Klaksvíkar Sjúkrahúsið eftir at byggifundur hevur verið í vikuni og tað stutta av tí langa er og nú er greitt at Landsverk og arkitektar hava brúkt útvið 5 av teimum 15 mió. sum ætlaðar vóru at renovera sjúkrahúsið við.

Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið sigur at støðan er sera trupul á Klaksvíkar Sjúkrahúsið eftir at byggifundur hevur verið og tað stutta av tí langa er og nú er greitt at Landsverk og arkitektar hava brúkt útvið 5 av teimum 15 mió. sum ætlaðar vóru at renovera sjúkrahúsið við.

-Eftir eru umleið 10 mió.

– Innkomin uppskot til at renovera deild A liggja á umleið 12 mió. Tað vil siga, at 2 mió. mugu sparast av einum longu ússaligum projekti har. Tá tað er gjørt verður deildin sjálvandi enn meira óbrúkilig. Tað er ikki lagt uppfyri teimum tólum sum skulu verða á deildini som kosta 2,4 mió. kr. So um hesar tvær mió. verða skavaðar av ússaliga Deild A projektinum so resta enn 2,4 mió. kr. til neyðug tól at koyra deildini.

– Harafturat er so ongin peningur til at renovera deild M

– Ongin peningur til at renovera skurðdeildina

– Ongin peningur til at renovera hølini vit fingu á Búatrø.

– Leyslig meting hjá mær og Landsverk er at tørvur er á umleið 20 – 25 mió. afturat um sjúkrahúsið skal renoverast, sigur Jákup Petersen í morgun og hann var sera ørkimlaður av støðuni.