Jóhan Petur Davidsen, sum í dag er Yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsið, men eisini hevur virka sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, er sera hvassorðaður um støðuna á Landssjúkrahúsinum í brævið til Heilsumálaráðið tann 18. Apríl í ár.
Jóhan Petur Davidsen, sum í dag er Yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsið, men eisini hevur virka sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, er sera hvassorðaður um støðuna á Landssjúkrahúsinum í brævið til Heilsumálaráðið tann 18. Apríl í ár.
… uppskot fyriliggur frá Landslæknanum at seta á stovn trojkaleiðslu……. Í leiðsluhøpiið er trojkaleiðsla sæð sum ein bastardleiðsla sum í besta føri er týdningarleys men aloftast skaðilig fyri organisiatiónina…. mannað av umboðum fyri fakbólkar er bert við til at staðfesta at tað fyriliggja aktkonstellatiónir íi organisiatiónini.
Yvirlæknin skirvar at síðan 2000 hava verið endaleysir tómir leiðslufundir sum hava drena arbeiðsorku og at myndugleikarnir hava parkera trupuleikararnar. Leiðslan tekur atlit til sínar egnu fakbólkar tá avgerðir verða tiknar. Hann tosar í brævinum um at játtanin til føðideildina kann fáast niður í eina helvt uttan trupuleikar fyri tænastuna bert við rationaliseringum – men hetta varð alt steðga av leiðsluni tí hetta kundi broyta maktjavnvágina millum ymisku fakbólkarnar, skrivar yvirlæknin í brævið til Heilsumálaráðið.
– Støðan í dag er óbroytt/versna hóast nógvar frágreiðingar, konsulentar, fundarvirksemi og ikki minst burtur kastaðar milliónaupphæddir – alt til fánýtis. So leingi myndugleikarnir finna seg í at sjúkrahúsverkið er víðvøllur fyri fakfelagspolitiskum maktorrustum kann ikki væntast nøkur loysn. Um avvarandi myndugleikar finna dirvi til tess at tora at umskipað, eru tveysiffraðar milliónaupphæddir at spara:
– 1. Endurskoða allan leiðslubygnaðin
– 2. Umskipað deildir
– 3. Seta á stovn eintýðugar leiðslur
– 4. Kreja leiðslu, ístaðin fyri kamouflage.
-Tað er ørkimlandi at sita og eygleiða hvussu milliónaupphæddir verða søplaðar burtur í verkinum og rakar hetta øll onnur sum dúga uppá somu játtanarkarmar, skrivar Yvirlæknin í brævið til Heilsumálaráðið tann 18. Apríl 2013




