Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirlitstrolingarnar á Landgrunninum lidnar

Havstovan

Eitt fyribils úrslit av yvirlitstrolingini á Landgrunninum í vár er, at aftur í ár var væl at fáa av ársgamlari hýsu, og saman við 2015-árganginum kann hetta vónandi fáa stovnin at koma fyri seg aftur

Eitt fyribils úrslit av yvirlitstrolingini á Landgrunninum í vár er, ataftur í ár var væl at fáa av ársgamlari hýsu, og saman við 2015-árganginum kann hetta vónandi fáa stovnin at koma fyri seg aftur

Yvirlitstrolingarnar við Magnusi Heinasyni hava verið gjørdar á hvørjum vári síðan 1982. Høvuðsendamálið við hesum kanningum er at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast sum ein partur av stovnsmetingum. Túrurin var eins og seinasti túrur nógv ávirkaður av ringum veðri og tekniskum trupulleikum, og fyri báðar túrar eydnaðist bert at taka 90 støðir í mun til tær 100 støðirnar, ið vóru endamálið.

Les meira á www.hav.fo