í Lærararskúlahøllini hin 18. desember 2004
Eykaflokstingið veitir floksformanninum sín fulla stuðul.
Eykaflokstingið tekur avgjørda frástøðu frá framferðini hjá Tórbirni Jacobsen, løgtingsmanni.
Eykaflokstingið mælir tingmanningini til at boða løgtingsformanninum frá, at hon setur í verk samtykt sína, um at tingfólk, sum í fjølmiðlum fremur persónsálop á annað tingfólk, setur seg uttan fyri tingbólkin. Hetta ber í sær, at Tórbjørn Jacobsen verður settur uttanfyri tingbólkin og kann ikki umboða flokkin í nevndum ella øðrum álitissessum, tað ið eftir er av valskeiðinum.
Soleiðis samtykt á eykaflokstingi Tjóðveldisfloksins hin 18. desember 2004.




