Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirlýsing frá flokstingi Tjóðveldisins 28. og 29. mars 2008

Oliver Joensen

Flokstingið staðfestir, at Tjóðveldi nú hevur vunnið sjey val á rað, tá ið bæði løgtings- og fólkatingsval verða tald við.

Flokstingið fegnast um, at Tjóðveldið eftir væl eydnaðar samgongusamráðingar aftur er komið í landsins leiðslu, og at flokkurin hevur fingið væl skikkaðar kvinnur og menn á løgting og í stjórn.

Politiska støða Tjóðveldisins er sum heild sera sterk. Hetta leggur stóra ábyrgd á umboð floksins um at fáa framt hugsjón Tjóðveldisins í verki.

Fyri framman stendur at fremja truplar avgerðir og stórar broytingar til tess at koma burturúr støðuni sum heimastýri og útjaðari til at gerast eitt sjálvstøðugt land, ið dregur fólk og íløgur at sær.

Flokstingið ásannar, at tað verður trupult at fremja tær ítøkiligu ætlanirnar í verki, men krevur, at umboð floksins á løgtingi og í stjórn gera alt til tess at náa hesum málum:

• At skil beinanvegin verður fingið á fíggjar- skatta- og avgjaldspolitikkin, at búskapargrunnur Føroya verður settur á stovn, og at tað verður neyv stýring av landsins útreiðslum gjøgnum alt valskeiðið.
• At tann stóra menningarætlan innan mentan, útbúgving og gransking, sum landstýriskvinnan í mentamálum hevur lagt fram, verður fylgd, og at ungdómspolitikkur verður orðaður.
• At sosialpolitikkurin og heilsupolitikkurin verða endurskoðaðir.
• At tey vinnupolitisku átøk, sum landstýriskvinnan í vinnumálum hevur lagt fram, verða fylgd.
• At tann stóra ætlanin um grundleggjandi umlegging og liberalisering av fiskivinnuni, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt fram, verður framd.
• At stovnsrøkt verður ein avgerandi partur av øllum fiskivinnupolitikki.
• At ætlanirnar á uttanríkisøkinum um at vinna Føroyum atgongd til altjóðastovnar,
-felagsskapir og -marknaðir verða framdar í verki.
• At Stjórnarskipan Føroya verður løgd til fólkaatkvøðu í 2010.
• At serforsorgin verður yvirtikin, og blokkurin minkaður við 117 milliónum í 2010.
• At grundleggjandi broytingar verða gjørdar í umhvørvis- og orkupolitikkinum, og at Føroyar binda seg til altjóðakrøv.
• At greiða fæst á býtinum millum land og kommunur.
• At sett verða í verk tiltøk til tess at menna útjaðaran, herundir ein langtíðarætlan fyri samferðsluútbygging.

Flokstingið staðfestir, at skulu politisku ætlanirnar fremjast, er neyðugt við virknum økisfeløgum í flokkinum. Eftir at Føroyar eru vorðnar eitt valdømi, eiga økisfeløgini at fáa ein sterkari leiklut í at viðgera politisk mál og fáa ávirkan á førda politikkin.

við Gjógv, 29. mars 2008

Tjóðveldi