Kommunusamskipan Føroya krevur, at landsstýriskvinnan í almannamálum ikki setur kunngerðina um røktarheim og sambýli í verk 1. september 2013, sum ætlað.
Yvirlýsing
Stýrið í Kommunusamskipan Føroya hevur á fundi í dag viðgjørt støðuna á eldraøkinum.
Kommunusamskipan Føroya krevur, at landsstýriskvinnan í almannamálum ikki setur kunngerðina um røktarheim og sambýli í verk 1. september 2013, sum ætlað.
Kommunusamskipan Føroya metir ikki, at kunngerðin er nakar bati fyri okkara eldri borgarar. Kunngerðin loysir í veruleikanum ongar trupulleikar, heldur hinvegin skapar hon ónøgd og ótryggleika, ið elvir til ósemjur kommunurnar ímillum, og í síðsta enda tænir hetta ongum, heldur ikki okkara eldru.
Tekur landsstýriskvinnan ikki hesa áheitan til eftirtektar, so fara kommunurnar miðvíst undir at niðurleggja allar uppgávur, sum kommunurnar í dag átaka sær á eldraøkinum
Soleiðis samtykt á stýrisfundi í Kommunusamskipan Føroya
Tórshavn 30. august 2013
Heðin Mortensen, formaður Magnus Rasmussen
Tórshavnar kommuna Runavíkar kommuna
Jógvan Skorheim Kristin Michelsen
Klaksvíkar kommuna Tvøroyrar kommuna
Sonni í Horni Dennis Holm
Fuglafjarðar kommuna Vágs kommuna
Rósa Samuelsen Jóhan Christiansen
Vága kommuna Eysturkommuna
Brandur Sandoy
Sands kommunu




