Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirlýsing frá Heilafelagnum

Heilafelagið

Árligi a§alfundurin hjá Heilafelagnum varð hildin í gjár 25.mars

Árligi a§alfundurin hjá Heilafelagnum varð hildin í gjár 25.mars

Fundurin byrja§i vi§, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna leg§i fram um sjúkrahúsbygna§in og framtí§ar skipan av rehabilitering og endurvenjing. Ta§ sær út sum bæ§i tey i§ eru rakt og teirra avvar§andi kunnu síggja framm til betri tænastur. Tað fegnast við í nevndini um.

A§almáli§ hjá nevndini komandi árið er eitt sjónligt felag i§ strí§ist fyri betri møguleikum hjá fólki vi§ seinheilaska§a og virksemi§ komandi ári§ verður ein sta§festing av, at Heilafelagi§ í ár hevur 20 ár á baki.

Í ljósinum av, at tað í Føroyum eru 130 fólk, ið árliga verða rakt, leggur nevndin dent á, at tað er umráðandi, at ábyrgdarfólk, politikarar, málviðgerðar og borgarar eru tilvitaði um, hvat tað merkir, at verða rakt/ur av heilskaða, hvørt tað er av blóðtøppi ella bløðing í heilanum ella tað er av sjúku ella vanlukku. Fygjurnar eru sera umfatandi bæði fyri tann rakta og fyri teirra avvarðandi.

Tað ið hevur hægstu raðfesting, er røtt og skjót viðgerð, skipað og dygdargóð endurvenjing, bústaðir og umlætting. Umframt hettta er bráfeingis tørvur á einari skipaðari taluviðgerð fyri tey ið eu rakt av afasi. Øll ið eru rundanum hesi, hava eisini hava tørv á at læra nýggjar samskiftishættir, til tess at sleppast kann undan einsemi og tunglyndi fyri tann rakta.

Nevndarval var á skránni og er nevndin nú mannað við

* Maud Wang Hansen, forkvinna,

* Emil Michelsen, afturvalur,

* Estur Lognberg, kassameitari,

* Jógvan Telling, nevndalimur,

* Solbjørg Frederiksbeg, nývald.

Tiltakslimir eru

* Sunneva Davidsen og

* Tove Johansen, afturvald.