Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirlýsing úr Suðuroy

Oliver Joensen

Á fundi í Hvalba í dag, millum vinnuna og arbeiðarafeløgini í Suðuroyar norðaru helvt, um uppskotið til Løgtingslóg um fyrisiting av sjótilfeingi, varð gjørd viðheftað yvirlýsing.

Upprunaskjalið er viðheft sum mynd niðanfyri undirskriftirnar.

Undirritaðu feløg vilja hervið mótmæla ætlanum hjá landstýrismanninum í fiskivinnumálum í uppskotinum um nýskipan av fiskivinnuni, sum umfata áseting av kvotum, og at tvinga 60% av veidda fiskinum yvir uppboðssølu. Kvotu nøgdin og tvungin uppboðssøla, vil taka grundarlagið undan fiskivinnuni í bygdasamfelagnum í Hvalba. Tí heita vit á okkara fólkavaldu umboð á løgtingi um ikki at taka undir við verandi uppskoti, men heldur taka vinnuna uppá ráð, í komandi broytingum.

Virðingarmest

Arbeiðskvinnufelagið Roynd 

Arbeiðsmannafelagið Roynd 

Fiskepigernes Fagforening 

Fylking 

P/F Steintór 

P/F Niels Pauli 

P/F TG Fish 

TG Seafood 

Delta Seafood