Starvið sum yvirportørur er leyst at søkja frá 01. Februar 2016.
Starvsøkið er Klaksvíkar Sjúkrahús.
Arbeiðsuppgávur:
· Tænastan er partur av samlaðu bráðfeingistilbúgvingini og umfatar flutning og viðgerð í sjúkrabili smb. kunngerð nr. 9 frá 19. februar 2010 um skipan av sjúkra- flutningstænastuni. Harafturat hava portørarnir ymiskt arbeiði inni á stovnunum.
· Yvirportørurin hevur ábyrgd av deildini og at menna økið
· Ábyrgd av fakligu menningini av portørunum
· Ábyrgd av at halda fíggjarjáttanina og gera arbeiðsætlan
· Slóða fyri góðum samstarvi við hini bæði sjúkrahúsini
Krøv til umsøkjaran:
· Ambulancebehandler 2 og/ella heilsufakliga útbúgving
· Royndir og/ella útbúgving innan leiðslu
· Góð samstarvsevni
· Telduførleika
Vit bjóða:
· Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjar-málaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hera Ellingsgaard, sjúkrahússtjóra.
Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., verður at senda til :
Sjukrahússtjórin
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreist 12. Desembur 2015.




