Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Zacharias Heinesen í Glyvra kirkju

Tíðindaskriv

Sunnukvøldið 28. okt. kl. 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju. Zacharias Heinesen, listamaður, sýnir fram.

Zacharias Heinesen (f. 1936) er the Grand Old Man í føroyskari myndlist. Fyri mong eru hansara landslagsmyndir ein dragandi syntesa millum føroyska náttúru og modernaða myndlist, við teirra dámi av einum koloristiskum mosaikki.

Í sambandi við framsýningina verður tónlist. Kári Sverrisson, sangari og tónleikari, ið hevur sett løg til nakrar av yrkingunum eftir William Heinesen, fer at framføra.